Innlegging
Kanningar og viðgerðir
Medisinskar kanningar
Kirurgiskar kanningar
Skurðviðgerðir
Fysioterapi
Ergoterapi
Talgilda heilsuskipanin
Serviðgerð uttanlands
Ferðing
Sjúklingarættindi
Sjúklingafeløg
Vitjanartíðir & reglur
Telefon til sjúklingin
Andlát
Læknavaktin 1870
Alarmsentralurin 112
Faldarar

 Ambulant endurvenjing frá ergoterapeuti, verður veitt hesum sjúklingum.

  • Børn við atferðartrupulleikum ella motoriskum avbjóðingum. Børnini verða øll kannaði annaðhvørt SI-testa, Sensory profile, Map-test ella annað relevant. Hetta inniberð altíð samstarv við aðrar fakbólkar so sum sosialu deild, skúlar, barnagarðar, dagstovnar v.m.
  • Reumatologiskar sjúklingar. Venjing/viðgerð, vegleiðing, informatión.

  • Neurologiskir sjúklingar herundir vanliga apolpexia cerebri, parkinson, sclerosa etc.
  • F.O.T.T. 
  • ADL venjingar.
  • Kognitiv venjing til børn og vaksin.
  • Munnstimulering til børn og vaksin.
  • Frakturar herundir serliga aksla- albogar og hond –problematikkir.
  • CTS.
  • Arrviðgerð.
  • Sansamotoriskar og sansaintergratiónsvenjingar til børn og vaksin.
  • Heimavitjunarttænastu í mun til hjálpitól, taka støðu til um íbúðarbroytingar og atkomuviðurskiftið.
  • Venjing í heiminum hjá sjúklinginum herundir ADL venjing.

 

Hava vit homogenir bólkar kunnu vit skipa fyri bólkavenjingar 2-3 ferðir um vikuna í 3 mdr. Vit eftirmeta og byrja aftur við at leggja eina ætlan og gera eitt slutstatus fyri sjúklingarnir.

 

Ambulant endurvenjing frá kommunulækna fevnir eisini um Suðuroyar ellis-og røktarheimið.

 

Terapeutarnir á Fysiurgisku deild á Suðuroyar Sjúkrahúsið hava samstarvsavtalu við Suðuroyar ellis-og røktarheim um viðlíkahalds- og endurvenjing. Búfólkini fáa fys/ergo hvønn dag. Henda avtala hevur verið til allatíðir og heldur áfram nú Bú-og heimatænastan hevur tikið yvir eldraøkið. Hetta merkir at okkara ambulanta virksemið eisini fevnir um, at vit hjálpa heimatænastuni við einum og hvørjum tey spyrja okkum um, so sum fyribyrging, kontrakturprofylakse, avlastan av sárum, hjálpitólum, hjálp til at fylla út umsóknir til AV, hjálp til at faá til vega hjálpitól og lána hjálpitól út frá okkara goymslu upp til 3.mdr og m.a.

 

Útskriva skjalið