Anæstesideildin
Fyrisitingin
Fysiurgisk deild
Føðideildin
Kardiologiska starvsstovan
Køkurin
Laboratorium
Gevið blóð
Leiðbeining / telefonskiftil
Portørdeildin
Røntgendeildin
Seingjadeildin
Skurðdeildin
Tekniska deild
Vaskaríið
Goymslan

Laboratoriið

Laboratoriið er ein tænastudeild, sum ger kanningar av innløgdum og ambulantum sjúklingum eftir tilvísing frá læknum. Eftir tørvi verða eisini blóðroyndir tiknar heima hjá sjúklingum. Kanningartilfarið er sum oftast ein blóðroynd, men eisini annað tilfar, so sum land, skarn og spinalvæta verður nýtt.

Til tænastuna hjá laboratiinum hoyrir eisini tapping av blóðgevum, kanning av blóði og elektrokardiogram stytt EKG.

Laboratoriið á Suðuroyar Sjúkrahúsi fevnir um tvær sergreinar:     

          Klinisk biokemi
          Blóðbankin/klinisk immunologi 
         

Laboratoriið hevur opið:
          á Sjúkrahúsinum hvønn gerandisdag millum kl. 8.00 - 13.00.
          á Heilsumiðstøðini í Vági hvønn týs- og hósdag millum kl. 9.00 - 11.00.

 

Útskriva skjalið