Innlegging
Kanningar og viðgerðir
Medisinskar kanningar
Kirurgiskar kanningar
Skurðviðgerðir
Fysioterapi
Ergoterapi
Talgilda heilsuskipanin
Serviðgerð uttanlands
Ferðing
Sjúklingarættindi
Sjúklingafeløg
Vitjanartíðir & reglur
Telefon til sjúklingin
Andlát
Læknavaktin 1870
Alarmsentralurin 112
Faldarar
Kirurgiskar kanningar

Urologi (Sjúkur í landrásini)
Sjúkrahúsið kann veita tænastu innan útgreining og viðgerð innan serøkið urologi við tíðarhóskandi tøkniligari útgerð.
Vit kunnu bjóða tíð til meting í ambulatoriinum innanfyri 2 vikur og um skurðviðgerð kemur upp á tal, kunna hesar tíðargreinast innanfyri ein mánaða.

Kanningar innan urologiska sergreinaøkið:
Uroflow: Við hesari kanning verður vatnið latið niður í eina skál sum skrásetur virðir sum vit kunnu nýta at meta um møguligar trupulleikar við vatnlatingini og viðgerðarmøguleikar. Hendan kanning verður hildin upp ímóti einari UL-skanning av bløðruni, har metast kann um hvussu gott hendan verður tømd.

VVS-skema:
Eitt slíkt skema verður útfylt heima og gevur okkum týðandi upplýsingar um hvussu vatnlatingin fer fram í dagligdegnum við atliti til viðgerð/fleiri kanningar. Eitt slíkt skema verður sent til sjúklingin at hava við sær við fyrstu kanning á sjúkrahúsinum, har sjúklingurin hevur fylt út hetta sjálvur repræsenterandi 3 samdøgur.

Cystoskopi:
Kikarakanning fyri at síggja hvussu bløðran sær út innan. Verður vanliga gjørd sum ein flex-cystoskopi, til lítlan ampa fyri sjúklingin.

TRUS + biopsi:
Við hesari kanning verða tiknir vevsprøvar frá prostata við ultraljóðsvegleiðing via endatarmsopningin fyri at staðfesta um møguligar kyknubroytingar í bløðruhálskertlinum. Hendan kanning verður eisini nýtt at støddarmeta bløðruhálskertulin áðrenn eina møguliga skurðviðgerð.

Almenkirurgi.
Fyrst og fremst við Suðuroyar Sjúkrahús royna at varðveita eina breiða tænastu innanfyri tær kirurgisku sergreinirnar til íbúgvarnir í oynni. Harumframt verða afturvendandi serlækna við serligum førleika sum alt heilsuverkið kann nýta gott av við lættari atkomiligheit fyri føroya fólk og avmarkaðar útreiðslur fyri heilsuverkið. Generel kirurgi og urologi verður veitt alt árið. Sjúkrahúsið bjóðar m.a. kanningar í líki av gastroskopi og koloskopi (kikarakanning av magasekki og tjúkktarmi). Sjúkrahúsið kann bjóða tænastu í líki av laparoskopisk cholecystektomi (kikaraskurð av gallinum). Eisini kunnu metingar og útgreiningar gerast av æðrakirurgiskum trupulleikum. Kanning og viðgerð av áraknútum, brokk, gallasteinsjúku við meira.
Serkanningar sum t.d. CT, MR og skintigrafi verða framdar á Landssjúkrahúsinum.

Ortopedi.
Suðuroyar sjúkrahús vil stremba eftir veita tænastu innan ortopediska serøkið við regluligum tíðarbilum við atliti at nøkta tørvin í oynni.

Útskriva skjalið Send skjalið
  Koloskopi (551,5 KB)
  Gastroskopi (482,4 KB)