Anæstesideildin
Fyrisitingin
Fysiurgisk deild
Føðideildin
Goymslan
Kardiologiska starvsstovan
Køkurin
Leiðbeining / telefonskiftil
Pínuklinikkin
Portørdeildin
Rannsóknarstovan/Laboratorium
Klinisk biokemi
Klinisk Mikrobiologi
Blóðbanki/klinisk Immunologi
Gevið blóð
Vegleiðingar til rannsóknarskipanina
Røntgendeildin
Seingjadeildin
Skurðdeildin
Tekniska deild
Vaskaríið
Klinisk biokemi

Klinisk biokemi ger kanningar innan: hematologi, biokemi- og immunokemi, umframt koagulatión og aðrar smáanalysur.
Flestu kanningar verða gjørdar av blóði, men eisini annað tilfar so sum land, fæces, sáð, spinalvæta og aðrar vætur verða kannaðar.
Kanningartilfarið stavar frá ambulantum- og innløgdum sjúklingum á Suðuroyar Sjúkrahúsi og ambulantum sjúklingum frá læknamiðstøðini á Tvøroyri og læknamiðstøðini í Vági.
Vit gera uml. 70 ymiskar kanningar. Í 2019 vóru 113.745 kanningar gjørdar, harav 40.928 á innløgdum og 72.817 á ambulantum sjúklingum.
Kanningar, sum ikki kunnu gerast á deildini, verða sendar til rannsóknarstovuna á Landssjúkrahúsinum, rannsóknarstovuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og útlendskar rannsóknarstovur.
 
Svar
Svar uppá akuttar kanningar fyriliggja innan 1 tíma. Svar uppá vanligar rutinukanningar fyriliggja innan kl 15.00 gerandisdagar. Kanningarsvar frá rannsóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyriliggja vanliga innan 2-3 dagar.
Kanningarsvar frá útlenduskum rannsóknarstovum fyriliggja vanliga innan 1-2 vikur.
Sjúklingar fáa svar uppá rannsóknarstovukanningar við at venda sær til ávísandi lækna. 

Útskriva skjalið