Anæstesideildin
Fyrisitingin
Fysiurgisk deild
Føðideildin
Kardiologiska starvsstovan
Køkurin
Laboratorium
Leiðbeining / telefonskiftil
Portørdeildin
Røntgendeildin
Seingjadeildin
Skurðdeildin
Tekniska deild
Vaskaríið
Goymslan

Seingjardeildin liggur á 3. hædd og hevur 26 seingjarpláss, harav 1 bráðfeingisstovu(intensivstovu) og 4 pláss til barnakonur. Tær flestu stovurnar hava 2 sengur, tvær stovur hava 4 sengur og 1 stova hevur 1 song. Seingjadeildin er mannað av sjúkrarøktarfrøðingum, sjúkrahjálparum, heilsurøktarum, og gongsgentum. Harumframt eru læknar tilknyttir deildini eins og portørar.

Deildin veitir kanningar, viðgerð og røkt til sjúklingar við nógvum ymiskum sjúkum. Hetta kunnu verða bæði medisinskir og kirurgiskir sjúklingar í øllum aldursbólkum. Vit geva sjúklingum best møguligu viðgerð, veita røkt til tey, ið hava hetta fyri neyðini, upplýsa um sjúku, og veita sjúkufyribyrgjandi og heilsufremjandi tiltøk. Vit stremba eftir, at hava eitt opið samskifti við sjúkling og avvarðandi.

Deildin virkar sum bráðfeingis móttøka alt samdøgrið og hevur ábyrgdina av, at veita skjóta og góða hjálp, bæði í samband við alarmuppkall(112), har boð er eftir sjúkrabili og gjøgnum læknavaktarskipanina (1870).

Harumframt veita vit palliativa viðgerð og røkt til álvarslig sjúk og doyggjandi. Vit hava sjúkrarøktarfrøðing við útbúgving innan onkologi og supportive care og royna at tryggja umstøður til ein virðiligan deyða, eins og avvarðandi fáa umsorgan og stuðul í mun til tørv teirra. T.d er møguligt hjá tí sjúka, at hava síni egnu hjá sær alt døgnið.

Umstøður og karmar á deildini eru sera góðar við nýmótans tøkni. Sjúklingastovurnar eru rúmligar og við hvørt seingjarpláss er møguligt at hoyra útvarp og síggja sjónvarp.  Eisini fæst ókeypis internet við at venda sær til starvsfólki. Fartelefon kann nýtast á deildini, undantikið á bráfeingisstovuni. Øll royking er bannað á deildini.

Deildin virkar sum útbúgvingarstað fyri sjúkrarøktarfrøðilesandi og heilsurøktarnæmingar. Fleiri sjúkrarøktarfrøðingar hava førleikamennt seg og hava tikið útbúgving til kliniskan vegleiðara.

Varastjóri: Gunnbjørg Guttesen
Deildarleiðari: Sonny Ellendersen


 

Útskriva skjalið Send skjalið