Innlegging
Kanningar og viðgerðir
Talgilda heilsuskipanin
Serviðgerð uttanlands
Ferðing
Sjúklingarættindi
Sjúklingafeløg
Vitjanartíðir & reglur
Telefon til sjúklingin
Andlát
Læknavaktin 1870
Alarmsentralurin 112
Faldarar

Innlegging

Vælkomin á Suðuroyar Sjúkrahús

Her finna tygum hentar upplýsingar um tey praktisku viðurskiftini á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Tá tygum koma á sjúkrahúsið, skulu tygum fara til ein av sjúkrarøktarfrøðingunum og fáa at vita, hvørjari stovu tygum koma at liggja á og hvat fer at henda fyrsta dagin, tygum eru á sjúkrahúsinum.

Vit, ið starvast á Suðuroyar Sjúkrahúsi, gera okkara besta, fyri at tygum skulu kenna tygum væl, ta tíð tygum eru her og ynskja tygum góðan bata.

Varastjóri er:  Gunnbjørg Guttesen   
Deildarleiðari er:      Sonny Ellendersen

Persónligir upplýsingar
Allir persónligir upplýsingar verða viðgjørdir undir skipaðum viðurskiftum sí hjálagda faldara um THS-skipanina.                                        

Telefon:
Telefon, ið ringjast kann til, er á deildini. 
Egnar fartelefonir kunnu eisini nýtast á sjúkrahúsinum, tó ikki á stovu 1.

Kanningar og viðgerðir:
Flestu kanningar og viðgerðir eru fyrrapart, men sjúklingarnir verða bidnir um ikki at fara av deildini uttan at siga frá, tí onkur kanning ella viðgerð kann verða aðrar tíðir.

Stovugongd:
Læknarnir eru stovugongd hvønn fyrrapart.

Klæðir:
Meðan tygum eru innlagdur, fáa tygum undirklæðir og skjúrtur frá sjúkrahúsinum. Alt til persónligt reinføri skulu tygum hava við.

Peningur o.t.:
Sjúkrahúsið kann ikki átaka sær ábyrgd av peningi ella einstaklingaogn tygara. 

Máltíðir:
Morgunmatur er kl. 08.00, døgurði er kl. 11.30 og nátturði er kl. 17.30. Eisini fæst kaffi og te seinnapart og um kvøldið.

Sjónvarp:
Sjónvarp er á flestu stovum og útvarp er á hvørjari stovu.

Postur og dagbløð:
Postur kemur hvønn fyrrapart á deildina. Sjúkrahúsið heldur føroysk bløð.

Gudstænasta og møti:
Møti er hvønn mánadag aftan á vitjanartíð og gudstænasta hvønn tórsdag aftaná vitjanartíð.

Tubbak:
Sjúkrahúsið er roykfrítt.

Blómur:
Tað er loyvt at hava avskornar og turkaðar blómur á sjúkrahúsinum.

Skuldi okkurt verið, sum tygum ikki hava fingið greiði á, eru tygum vælkomin at spyrja starvsfólkini.

 

Útskriva skjalið
  Vælkomin á sjúkrahúsið (332,8 KB)
  Kunning til sjúklingin um talgilda heilsuskipan (40,5 KB)