Bert akuttar røntgenmyndir frá viku 10 til og við viku 16..Bert akuttar røntgenmyndir frá viku 10 til og við viku 16. Vegna umvælingar á røntgendeildini verða bert akuttar røntgenmyndir tiknar frá viku 10 til og við viku 16.
Sama tíðarskeiðið verða ongar CT-skanningar gjørdar. 03-03-2021 15.47
| | Frítíðaravloysarar og barsilsavloysari 2021.Frítíðaravloysarar og barsilsavloysari 2021 Sjúkrahúsið søkir eftir frítíðaravloysarum fyri:
• starvsfólk á vaskarínum, summarið 2021
• reingerðarfólk á ymsu deildunum, summarið 2021
• køkshjálparar, summarið 2021
Sjúkrahúsið søkir eisini eftir barsilsavloysara fyri:
• reingerðarfólk í tíðini 1. mai – 31. desembur 2021. 01-03-2021 15.52
| | Tillagingar í smb. v. blóðroyndir heima og á læknamiðstøðini í Vági frá viku 8 til og við viku 17..Tillagingar í smb. v. blóðroyndir heima og á læknamiðstøðini í Vági frá viku 8 til og við viku 17. Frá viku 8 til og við viku 17 verða nakrar tillagingar gjørdar í sambandi við blóðroyndir, ið verða tiknar heima og á læknamiðstøðini í Vági.
Víst verður til yvirlitið, ið vísir nær bioanalytikararnir fara heim til borgarar í oynni at taka blóðroyndir, og hvussu blóðroyndar- og EKG ambulatoriið í Vági hevur opið hesar vikurnar.
Rannsóknarstovan/laboratoriið á sjúkrahúsinum hevur opið mánadag til fríggjadag millum kl. 8.00 og 13.00. Yvirlit yvir blóðroyndir frá viku 8 til og við viku 17. 18-02-2021 15.36
| | Bioanalytikari til rannsóknarstovuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi.Bioanalytikari til rannsóknarstovuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi Suðuroyar Sjúkrahús hevur tørv á bioanalytikara til fast starv ella longri vikariat til setan skjótast til ber ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðstíðin verður eftir nærri avtalu. 09-02-2021 13.38
| | Frítíðaravloysarar 2021.Frítíðaravloysarar 2021 Sjúkrahúsið søkir eftir frítíðaravloysarum fyri:
* sjúkrarøktarfrøðingar á seingjadeildini í tíðini 1. juni – 30. septembur
* sjúkrarøktarfrøðingar á skurðdeildini 1. mai – 31. august
* anæstesisjúkrarøktarfrøðingar 1. juli – 31. august
* læknaskrivarar í juli og august
* fysioterapeutar 1. juni – 31. august
* bioanalytikarar í juli og august – ella eftir nærri avtalu
* starvsfólk í ambulansatænastuni summarið 2021. 02-02-2021 14.32
| |
|
|
|