Anæstesideildin
Fyrisitingin
Fysiurgisk deild
Fysioterapi
Ergoterapi
Føðideildin
Kardiologiska starvsstovan
Køkurin
Laboratorium
Leiðbeining / telefonskiftil
Portørdeildin
Røntgendeildin
Seingjadeildin
Skurðdeildin
Tekniska deild
Vaskaríið
Goymslan

Fysiurgisk deild

Fysiurgisk deild hevur verið á Suðuroyar Sjúkrhúsi síðan 1953, men bygningurin vit húsast í er nýggjur. Fysiurgiska deild byrjaði í nýggjum hølum í 1994. Deildin er nútímans, við øllum hentleikum, við ljósum rúmligum hølum, einari rúmligari fimleikahøll við hóskandi amboðum og einum heittvatnssvimjihyli.

Á deildini starvast leiðandi fysioterapeutur, tríggir fysioterapeutar, ein ergoterapeutur og ein heilsurøktari.

Fysioterapideildin er opin mánadag - fríggjadag kl. 8.00 - 16.00

Telefonnummari er 34 32 60 (beinleiðis)

Teldupostadressan er fys@ssh.fo

Tilboð um endurvenjing á Suðuroyar Sjúkarahúsi

Sjúkrahúslækni kann vísa til endurvenjing á Fysiurgisku deild á Suðuroyar sjúkrahúsi. Meðan sjúklingar eru innlagdir, kunnu teir fáa endurvenjing, um lækni ávísir fyri hesum.

Sjúklingar, ið fáa endurvenjing á Fysiurgisku deild á Suðuroyar Sjúkrahúsi fevna um hesi:

Sjúklingur, ið verður innlagdur vegna sjúku, ið eftirfylgjandi fær endurvenjing eftir ávísing frá sjúkrahúslækna og í samráð við ein terapeut.

Hetta fevnir breitt, medicinskir og neurologiskir sjúklingar, lungaterapi, til almenna mobilisering, ortopædiskar sjúklingar, vanlig brot, knæ og mjadna-alloplastik, spinalstenosu, discusprolaps o.s.fr.

Eisini veita vit heimavitjanir og søkja um hjálpitól til sjúklingin, tá tørvur er á hesum:

  • Við útskrivan kann sjúklingurin halda á fram við ambulantari venjing/viðgerð á fysiurgisku deild. Hetta virkar sum eitt vanligt ambulant viðgerðarskeið, har sjúklingurin venur 2-3 ferðir um vikuna.
  • Sjúklingur,ið hevur kroniska sjúku og er førleikaskerdur, kann verða innlagdur gjøgnum egnan kommunulækna til endurvenjing í umleið 4 vikur. Sjúkrahúslæknin tekur ímóti hesum sjúklingi og er hetta undir ábyrgd hjá sjúkrahúsinum. Endamálið við hesi innleggjan er at geva sjúklinginum eina intensiva venjing og viðgerð. Sjúklingurin venur aktivt 2 ferðir dagliga, fær bæði ergo- og fysioterapi. Afturat hesum taka vit okkum av evt. umsóknum til Almannaverkið og vit kontakta relevantir fakbólkar, eitt nú økisterapeutar o.a. um vit meta hetta vera neyðugt. Hetta fevnir mest um sjúklingar við eftirfylgjum av Apoplexia Cerebri og Sclerosu. Vit meta altíð um í øllum einstøkum førum, um viðkomandi sjúklingur er skikkaður at vera innlagdur til endurvenjing.
  • Øll innløgd fáa fysioterapi/ergoterapi 2.ferðir dagliga.  

 

Útskriva skjalið