Alt um Covid-19
Øll tíðindi
Alt um Covid-19.Alt um Covid-19
Nógv kunning er komin í sambandi við Covid-19, og tí hava vit samla kunningina her.
02-04-2020 15.19
 
Radiografarnir sín fyrsta arbeiðsdag í dag.Radiografarnir sín fyrsta arbeiðsdag í dag

Í dag er ein stórur dagur á sjúkrahúsinum. Fyri fyrstu ferð í søguni eru tveir radiografar settir í starv.

Sum vit áður hava hoyrt, so varð ein CT-skannari keyptur til Suðuroyar Sjúkrahús í fjør, og hevur tað ikki verið møguligt at tikið skannaran í nýtslu, av tí at ongir radiografar hava verið í starvi á sjúkrahúsinum.
Seint í fjør varð søkt eftir radiografum, og vóru vit so heppin at fáa fleiri umsóknir til størvini.

Babra Mirza og Torkil Lund Clausen eru í morgun byrjaði í starvi sum radiografar á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Babra og Torkil fara nú saman við øðrum at fyrireika nýggju tænastuna, ið Suðuroyar Sjúkrahús í framtíðini kann bjóða suðuroyingum og øllum føroyingum.

Vit ynskja Babru og Torkil vælkomnum á sjúkrahúsi og til Tvøroyrar.
02-04-2020 15.19
 
Deilaraleiðari til seingjadeildina.Deilaraleiðari til seingjadeildina
Seingjadeildini tørvar deildarleiðara frá 1. mai 2020.
31-03-2020 14.32
 
Arbeiðið á rannsóknarstovuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi.Arbeiðið á rannsóknarstovuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Áhugaverd grein um arbeiðið á rannsóknarstovuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Greinin er á heimasíðuni hjá Danske Bioanalytikere www.dbio.dk

24-03-2020 13.53
 
Coronavirus: Hevur tú hug at hjálpa til á Suðuroyar Sjúkrahúsi?.Coronavirus: Hevur tú hug at hjálpa til á Suðuroyar Sjúkrahúsi?
Sjúkrahúsverkið hevur fingið fyrispurningar frá fleiri, sum hava bjóðað seg at hjálpa til á teimum trimum sjúkrahúsunum, nú coronavirus ger um seg. Stóra tøkk til tykkum øll.

Um tú eisini hevur hug at hjálpa, ber til at skráseta teg á heimasíðuni niðanfyri, so seta vit okkum í samband við teg, um vit fáa tørv á eyka hjálp.

Vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum, so uttan mun til um tú lesur til lækna, er sjúkrarøktarfrøðislesandi ella hevur hug at gera reint, so ert tú vælkomin at melda teg til.

MINST TIL AT VIÐMERKJA HVØRJA BAKGRUND TÚ HEVUR, TÁ IÐ TÚ SØKIR.
17-03-2020 14.27
 
Frítíðaravloysari til vekslaran/leiðbeiningina.Frítíðaravloysari til vekslaran/leiðbeiningina
Søkt verður eftir frítíðaravloysara til vekslaran/leiðbeiningina frá viku 27 til og við viku 33.
28-02-2020 14.41
 
Send skjalið