Øll tíðindi

Heilsurøktari til seingjadeildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Søkt verður eftir einum heilsurøktara til fast starv frá 1. februar 2020.
Arbeiðstíðin er 0,7 í øllum vaktum.

Vit vænta at umsøkjarar:
o hava prógv og góðkenning sum heilsurøktari
o hava góð samstarvsevnir og evni at arbeiða sjálvstøðugt
o hava hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleika
o kenna ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
o hava telduførleika - vit nýta Cosmic.

Vit kunnu bjóða:
o ein áhugaverdan og skiftandi arbeiðsdag saman við góðum starvsfeløgum
o eitt starv við mennandi avbjóðingum
o skipaða innleiðslu.

Setanartreytir:
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri kunning
fæst frá Sonny Ellendersen, deildarleiðara ella Gunnbjørg Guttesen, varastjóra.

Umsókn við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús
stílað: Hans Pauli Henryson, sjúkrahússtjóri
Postsmoga 51
810 Tvøroyri

ella

ssh@ssh.fo

Umsóknarfreist: 25. novembur 2019.

12-11-2019 08.38.19

Send skjalið