Øll tíðindi

Reingerðarfólk til Suðuroyar Sjúkrahús

Søkt verður eftir reingerðarfólki til Suðuroyar Sjúkrahús at byrja 1. desembur ella skjótast til ber.

Starvið er frá kl. 15 - 19 mánadag, týsdag, mikudag og fríggjadag. Hósdag er arbeiðstíðin frá kl. 14 – 19.

Arbeiðsøkið er í høvuðsheitum reingerð á fysiurgisku deild, rannsóknarstovuni (laboratorium), 1. hædd og kjallarahædd. Tann, ið sett/ur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.

Vit vænta, at tú ert:
• røkin og álítandi
• hevur viðkomandi starvsroyndir
• kann arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.

Vit kunnu bjóða:
• skipaðar arbeiðsumstøður
• góðar starvsfelagar.

Løn smb. sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gunnbjørg Guttesen, varastjóra.

Umsókn við møguligum viðmælum skal sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús
Stílað: Hans Pauli Henryson, sjúkrahússtjóri
Postsmoga 51
810 Tvøroyri

ella

ssh@ssh.fo

Umsóknarfreist: 25. novembur 2019.

12-11-2019 13.16.47

Send skjalið