Øll tíðindi

Varaleiðari til seingjadeildina á Suðuroyar Sjúkrahús.

Søkt verður eftir varaleiðara til seingjadeildina frá 1. septembur 2017.

Arbeitt verður í tøttum samstarvi við deildarleiðaran.
Arbeiðstíðin er 1,0 býtt í fyrisitingarligt og kliniskt arbeiði tillutað eftir tørvi í samstarvi við deildarleiðaran.

Uppgávur:
o Faklig menning av starvsfeløgum og lesandi
o Implementera leiðreglur og mannagongdir við atliti til trygd og dygd
o Tryggja at sjúkrarøktin verður skjalfest á høgum støði
o Ábyrgd av leiðsluøkjum á deildarstøði eftir avtalu við deildarleiðara
o Virkandi deildarleiðari tá deildarleiðarin er burturstødd

Vit kunnu bjóða tær:
o ein áhugaverdan og skiftandi arbeiðsdag saman við góðum starvsfeløgum og í góðum arbeiðsumhvørvi
o fakliga og persónliga menning
o eitt starv við fjølbroyttum avbjóðingum
o ávirkan á títt arbeiði og arbeiðsætlan

Førleikar:
o prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
o í minsta lagi 3 ára starvsroyndir sum sjúkrarøktarfrøðingur
o áhugað/ur at menna sjúkrarøkt
o fyrikomandi og góð evnir at samskifta og samstarva við sjúklingar, avvarðandi og starvsfelagar
o duga at arbeiða í toymi eins væl og sjálvstøðugt
o telduførleika og førleika til Cosmic
o royndir við leiðslu ella ynski um at menna leiðsluførleika

Setanartreytir:
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Meira fæst at vita:
við at venda sær til Sonny Ellendersen, deildarleiðara ella Gunnbjørg Guttesen, varastjóra.

Umsókn við autorisatión og CV skal sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús
stílað: Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri
Postboks 51
810 Tvøroyri

ella

ssh@ssh.fo

Umsóknarfreist: 14. august 2017.

25-07-2017 11.18.34

Send skjalið