Øll tíðindi

Sálarfrøðingur til pínuklinikkina

Eitt starv sum sálarfrøðingur til tvørfakligu pínuklinikkina er leyst til setan frá 1. juni 2018 ella skjótast gjørligt.

Hevur tú hug at verða ein partur av okkara toymi, ið skal mynda og menna nýggju pínuklinikkina, ið veitir tænastu til allar føroyingar, so er møguleikin her.

Pínuklinikkin hevur í nøkur ár virkað sum monofakligt tilboð til føroyskar pínusjúklingar. Virksemi er nú økt, til at umfata eitt tvørfakligt viðgerðartoymi. Tað vil siga, at pínuklinikkin, umframt yvirlækna, sjúkrarøktarfrøðing og fysioterapeut, eisini fer at umfata sálarfrøðing og sosialráðgeva.

Starvið umfatar:
• Útgreiningarsamrøður í samband við viðgerðartilboðini í pínuklinikkini
• Einstaklinga- og bólkasamrøður
• Meting av førleikum hjá sjúklingum
• Undirvísing av sjúklingum og avvarðandi
• Luttøka í tvørfakligum bólkafundum
• Miðlan til samstarvsfelagar
• Menning av nýggjum viðgerðartilboðum til sjúklingar við kroniskari pínu.

Vit vænta at umsøkjarar hava:
• Autorisatión sum cand. psych.
• Sterkt monofakligt grundarlag
• Áhuga fyri heilsusálarfrøði
• Námsfrøðilig evnir
• Evnir at arbeiða sjálvstøðugt og tvørfakligt
• Fleksibul og góð samstarvsevnir

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Theodor Høgagarð serlækna í pínuviðgerð tlf.
34 33 00.
Umsókn við avriti av prógvum, autorisatión og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús
att. Sjúkrahússtjórin
Sjúkrahúsbrekkan 19
800 Tvøroyri

ella

ssh@ssh.fo

Umsóknarfreist: 7. mei 2018.

19-04-2018 13.57.10

Send skjalið