Øll tíðindi

Veitst tú, at vanligar røntgenmyndir kunnu takast á øllum trimum sjúkrahúsum?

Her á Suðuroyar Sjúkrahúsi kunnu allar vanligar røntgenmyndir takast. Sjúkrahúsið hevur umstøður og fakligan førleika at taka røntgenmyndir eins og Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar Sjúkrahús.
Røntgenmyndirnar verða sendar til Landssjúkrahúsið, har røntgenlækni lesur myndirnar. Svarið verður síðani sent til tín kommunulækna.
Tú hevur tískil altíð møguleika at velja nærmasta sjúkrahús, tá tú hevur fingið ávísing til røntgen.

11-04-2018 13.32.52

Send skjalið