Øll tíðindi

Kost- og føðslustarvsfólk til køkin á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Køkurin á Suðuroyar Sjúkrahúsi søkir eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum kost- og føðslu- starvsfólki til setan 1. juni 2019 ella eftir nærri avtalu.
Starvið er fulltíðarstarv við øktari ábyrgd fyri matframleiðsluni í samstarvi við leiðaran.

Arbeiðstíðin er frá kl. 7.00 til 15.00 við vikuskiftisvaktum annað hvørt vikuskifti.

Brennur tú fyri at gera góðan og føðslurættan mat, so er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
Matframleiðsla, planlegging og fyrireiking.

Førleikar:
• tú ert føðsluatstøðari (ernæringsassistent) ella føðslutøkningur (ernæringsteknolog) ella økonoma.
• tú hevur kt-førleik á brúkarastøði.
• tú hevur arbeiðsroyndir frá stovnskøki.

Persónligir eginleikar:
• tú er álítandi og ábyrgdarfull/-ur
• tú ert samstarvssinnað/-ur
• tú ert røkin og arbeiðssom/arbeiðssamur

Vit bjóða ein fakliga spennandi gerandisdag, har tú kanst fáa ávirkan á menningina av tænastuni í køkinum.

Løn og setanartreytir smb. sáttmála millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Armgarð Strøm, leiðara í køkinum tlf. 34 33 00.


Umsókn við CV og prógvum skal sendast til:

Sjúkrahússtjóran
Suðuroyar Sjúkrahús
Postsmoga 51
FO-810 Tvøroyri

ella

ssh@ssh.fo

Umsóknarfreistin er 15. mai 2019.

01-05-2019 12.05.31

Send skjalið