Øll tíðindi

Avloysari fyri starvsfólk í køkinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Køkurin á Suðuroyar Sjúkrahúsi søkir eftir føstum avloysara fyri starvsfólk innan matgerð.
Vit sóknast eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum starvsfólki, ið vit kunnu heita á eftir tørvi.

Starvið er fulltíðarstarv við øktari ábyrgd fyri matframleiðsluni í samstarvi við leiðaran.
Arbeiðstíðin er frá kl. 7.00 til 15.00 við møguligum vikuskiftisvaktum.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
Matframleiðsla, planlegging og fyrireiking.

Førleikar:
• royndir við matgerð
• útbúgving sum føðsluatstøðari kann verða ein fyrimunur.

Persónligir eginleikar:
• tú er álítandi og ábyrgdarfull/-ur
• tú ert samstarvssinnað/-ur
• tú ert røkin og arbeiðssom/arbeiðssamur

Vit bjóða ein fakliga spennandi gerandisdag, har tú kanst fáa ávirkan á menningina av tænastuni í køkinum.

Løn og setanartreytir smb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Armgarð Strøm, leiðara í køkinum tlf. 34 33 00.

Umsókn við CV og møguligum prógvum skal sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús
stílað: Hans Pauli Henryson, sjúkrahússtjóri
Postsmoga 51
810 Tvøroyri

ella

ssh@ssh.fo

Umsóknarfreistin er 2. septembur 2019.

21-08-2019 11.48.26

Send skjalið