Øll tíðindi

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum á vitjan á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Tórsdagin 21. novembur 2019 høvdu vit á Suðuroyar sjúkrahúsi forkunnuga vitjan.

Heilsumálaráðharrin Kaj Leo Holm Johannesen, sjúkrahússtjórarnir Steinar Eirikstoft og Alexandra á Dul saman við Turið Arge aðalstjóra vóru og vitjaðu.

Tey vórðu víst runt á øllum deildunum, har heilsumálaráharrin við fylgi fekk høvi til at heilsa uppá starvsfólkini.

Greitt bleiv frá, hvat vit kunnu her á Suðuroyar sjúkrahúsi, hvørjar kanningar verða gjørdar og hvørji tilboð vit hava til sjúklingarnar her í oynni og allar føroyingar sum heild.

Endurvenjingarhølini, har umstøðurnar eru sera góðar, og tann frálíki heittvatnshylurin vórðu sjálvandi eisini sýnd fram.

Heilsumálaráharrin var sera áhugaður at hoyra um arbeiðið á ymisku deildunum m.a. á pínuklinikkini, sum er tann einasta av sínum slag í Føroyum.

Somuleiðis bleiv heilsumálaráðharrin kunnaður um, at tað koma sjúklingar úr øllum landinum at fáa viðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Høvið varð eisini til at síggja nýggja, nýmótans CT skannaran á sjúkrahúsinum.

25-11-2019 09.06.14

Myndir frá vitjanini.

Send skjalið