Øll tíðindi

Endurlýsing - Ambulansatænastan

Søkt verður eftir frítíðaravloysarum fyri ambulansastarvsfólk í tíðini 1. juli – 31. august 2018.

Ambulansatænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum m.a. bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði, flutning av sjúkum, skaddum og rørslutarnaðum. Eisini hevur ambulansatænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði á sjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkini, ið mangan arbeiða undir serliga strongdum umstøðum.

Ambulansatænastan hevur 6 bilar, íroknað tríggjar sjúkrabilar og ein átaksbil.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum við tilkallivakt frá heiminum. Neyðug upplæring verður givin á sjúkrahúsinum.

Vit vænta, at tú
- ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevnir
- sært avbjóðingar fram um avmarkingar
- tekur ábyrgd, dugir at umstilla teg og arbeiðir sjálvstøðugt

Dentur verður lagdur á, at tú
- hevur koyrikort (Bólk B)
- hevur prógv í fyrstuhjálp ella líknandi
- ert likamliga sterk/ur
- hevur telduførleika á brúkarastøðið
- hevur reina revsiváttan

Umsøkjarar við heilsufakligi útbúgving kunnu hava fyrimun.

Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Hjalgrím Andreasen, leiðandi portør telefon 224914

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús
att. Sjúkrahússtjórin
Sjúkrahúsbrekkan 19
800 Tvøroyri

ella

ssh@ssh.fo

Umsóknarfreist: 15 mars 2018

02-03-2018 13.01.56

Send skjalið