Sjúkrarøktarfrøðingar til seingjadeildina. Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til: • farloyvisstarv á starvsbrøki 0,7 í skiftandi vaktum frá 1. okt. 2018 til 28. feb. 2019. • farloyvisstarv á arbeiðsbrøki 0,7 í skiftandi vaktum frá 1. nov. 2018 til 31. mars 2019.
Um møguligt kann annar starvsbrøkur avtalast. Seingjadeildin er ein blandað skurð- og heiliráðsdeild við akuttari móttøku. Vit vænta at umsøkjarar: o hava hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleika o hava góð samstarvsevnir og evni at arbeiða sjálvstøðugt o kenna ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini o hava telduførleika – vit nýta Cosmic
Vit kunnu bjóða: o ein áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað saman við góðum starvsfeløgum o eitt starv við mennandi avbjóðingum o innleiðslu og upplæring
Setanartreytir: Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Meira fæst at vita: um størvini við at venda sær til Sonny Ellendersen, deildarleiðara ella Gunnbjørg Guttesen, varastjóra.
Umsókn við autorisatión og CV skal sendast til:
Suðuroyar Sjúkrahús Stílað: Ronnié Midjord, sjúkrahússtjóri Postboks 51 810 Tvøroyri
ella
ssh@ssh.fo
Umsóknarfreist: 5. sept. 2018
21-08-2018 12.59.35
|
|