Øll tíðindi

Avloysari fyri starvsfólk í køkinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Køkurin á Suðuroyar Sjúkrahúsi søkir eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum starvsfólki til matgerð frá 1. juli til 31. august 2019. Eftir avloysaratíðarskeiðið verður arbeiðið eftir tørvi.
Starvið er fulltíðarstarv við øktari ábyrgd fyri matframleiðsluni í samstarvi við leiðaran.
Arbeiðstíðin er frá kl. 7.00 til 15.00 við møguligum vikuskiftisvaktum.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
Matframleiðsla, planlegging og fyrireiking.

Førleikar:
• royndir við matgerð
• útbúgving sum føðsluatstøðari kann verða ein fyrimunur.

Persónligir eginleikar:
• tú er álítandi og ábyrgdarfull/-ur
• tú ert samstarvssinnað/-ur
• tú ert røkin og arbeiðssom/arbeiðssamur

Vit bjóða ein fakliga spennandi gerandisdag, har tú kanst fáa ávirkan á menningina av tænastuni í køkinum.

Løn og setanartreytir smb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Armgarð Strøm, leiðara í køkinum tlf. 34 33 00.

Umsókn við CV og prógvum skal sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús
att. Sjúkrahússtjórin
Postsmoga 51
810 Tvøroyri

ella

ssh@ssh.fo

Umsóknarfreistin er 18. juni 2019.

04-06-2019 08.43.28

Send skjalið