Alt um Covid-19
Øll tíðindi

Nýggja røntgan á Suðuroyar Sjúkrahúsi tikin í nýtslu

Í gjár var ein stórur dagur á Suðuroyar Sjúkrahúsi, nú nýggja røntgan bleiv tikin í nýtslu. Tað liggur eitt stórt arbeiði, aftanfyri hetta.

Suðuroyar Sjúkrahús setti tveir radiografar í starv í fjør fyri at fáa gongd á skannaran, sum var komin á sjúkrahúsið. Beinanvegin eftir at radiografarnir vórðu settir í starv og skannarin komin í gongd, varð farið undir eina tilgongd at útvega nýggja røntgu. Táverandi røntgan hevði nakrar avmarkingar, tvs. at tað var ikki møguligt at taka ávísar røntgenmyndir. Eftir at játtan til keyp av nýggjari røntgen var komin uppá pláss, hava starvsfólk á sjúkrahúsinum verið við til at skipa fyri, hvussu røntgenhølini skulu innrættast. Maskinmeistarin á sjúkrahúsinum hevur havt eftirlitið við arbeiðnum, sum eisini stendur liðugt til tíðina. Alt arbeiðið við at gera hølini klár, er gjørt av lokalum fyritøkum í Suðuroynni.

Røntgan varð keypt í desembur 2020, nýggja røntgan er ein Ysio max frá Siemens, og er hon loftupphongd, mótvegis gomlu røntguni, ið stóð á gólvinum. Við gomlu røntguni bar ikki til at taka ávísar røntgenmyndir t.d. av mjadnum og albogum, tískil vóru fólk noydd av oynni, tá hetta skuldi gerast. Nú nýggj røntga er komin, ber til at taka allar vanligar myndir á staðnum, og nøktar hon tískil allan tørvin í Suðuroynni.
CT-skannarin, ið kom í apríl/mai í fjør, hevur eisini verið dúgliga brúktur. Fyrstu 7 mánaðirnar eftir, at skannarin var komin í gongd, høvdu vit gjørt 479 skanningar á sjúkrahúsinum. Hesar høvdu allar verið gjørdar norðanfjørðs, um skannarin ikki var komin.

Í gjár varð so røntgan nýtt fyri fyrstu ferð, og starvsfólkini á sjúkrahúsinum hava nú eitt heilt nýtt, gjøgnumtonkt høli við nýggjari og sera framkomnari útgerð.

Leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi er sera væl nøgd við arbeiðið, ið er gjørt.

27-04-2021 15.14.43

Tim Berlon, radiografur, Mikkjal Bærensen, maskinmeistari og Torkil Clausen, radiografur.

Hans Pauli Henryson, sjúkrahússtjóri

Send skjalið