Alt um Covid-19
Øll tíðindi

Suðuroyar Sjúkrahús letur aftur fyri vitjandi.

Vísandi til núverandi støðuna viðvíkjandi COVID-19 smittu, verður latið aftur fyri vitjandi á Suðuroyar Sjúkrahúsi komandi tíðina.

Einans í heilt serligum førum kunnu avvarðandi vitja sjúklingar. Í teimum førum skal avtala gerast frammanundan við at ringja til Suðuroyar Sjúkrahús á tel. 34 33 00.

Vitjandi skulu verða í munnbindi, tá vitjað verður.

06-08-2020 15.31.34

Send skjalið