Øll tíðindi

Fast starv og avloysarastarv fyri sjúkrarøktarfrøðingar á seingjadeildini.

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til:
• avloysarastarv við arbeiðstíðini 1,0 í øllum vaktum frá 1. sept. 2019 til 29. feb. 2020
• fast starv við arbeiðstíðini 0,8 í øllum vaktum frá 1. okt. 2019.

Seingjadeildin er ein blandað skurð- og heiliráðsdeild við akuttari móttøku.

Vit vænta at umsøkjarar:
o hava prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
o hava hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleika
o hava góð samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
o kenna ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
o hava telduførleika – vit nýta Cosmic

Vit kunnu bjóða:
o ein áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað saman við góðum starvsfeløgum
o eitt starv við mennandi avbjóðingum
o skipaða innleiðslu

Setanartreytir:
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Meira fæst at vita:
um størvini við at venda sær til Sonny Ellendersen, deildarleiðara ella Gunnbjørg Guttesen, varastjóra.

Umsókn við autorisatión og CV skal sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús
Stílað: Hans Pauli Henryson, sjúkrahússtjóri
Postboks 51
810 Tvøroyri

ella

ssh@ssh.fo

Umsóknarfreist: 15. august 2019.

31-07-2019 09.08.07

Send skjalið