Øll tíðindi

Skrivstovufólk til lønardeildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Eitt fulltíðarstarv sum skrivstovufólk er leyst til setan 1. apríl 2019 ella skjótast gjørligt.

Í høvuðsheitum umfatar starvið uppgávur á lønarskrivstovuni, men eisini annað fyrifallandi skrivstovuarbeiði.

Vit bjóða ein spennandi og avbjóðandi gerandisdag saman við góðum starvsfelagum

Vit vænta at tann, ið settur verður:
• hevur skrivstovuútbúgving ella aðra líknandi útbúgving
• dugir væl samskifta bæði skriftliga og munnliga
• hevur góð samstarvsevnir
• kann arbeiða sjálvstøðugt
• fyrikomandi og arbeiðssamur/arbeiðssom
• góðan telduførleika.

Kunnleiki til Vagtplan/Vaktætlan kann verða ein fyrimunur.

Løn og setanarviðurskifti, ið eru treytað av royndum og útbúgving, eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Bent Albinus tlf. 34 33 00.

Umsóknir.
Skrivliga umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús
att. sjúkrahússtjórin
Postsmoga 51
810 Tvøroyri

ella

ssh@ssh.fo

Umsóknarfreistin er 25. mars 2019.

11-03-2019 13.10.13

Send skjalið