Theodor Høgagarð, yvirlækni, var fyrstur at verða koppsettur í dag. 
Um 11 tíðina í morgun var Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, á Suðuroyar Sjúkrahúsi við koppingarevnunum, ið skuldi brúkast í sambandi við, at starvsfólk á sjúkrahúsinum hava fingið tilboð um at lata seg koppseta fyri Covid-19. Fyrstur at verða koppsettur var Theodor Høgagarð, yvirlækni. Lisbet V. Jacobsen, deildarleiðari á seingjadeildini hevði til uppgávu at geva Theodor fyrstu koppsetingina á sjúkrahúsinum. Eftir koppsetingina skuldu starvsfólkini bíða í 15 minuttir áðrenn farið var víðari. Hetta varð gjørt fyri at tryggja sær, at øll høvdu tað gott eftir koppsetingina. Í dag eru 24 starvsfólk á sjúkrahúsinum, hjá kommunulæknunum og Covid-19 kanningartoyminum koppsett fyri Covid-19. Mánadagin er ætlanin, at nøkur afturat verða koppsett.
Myndir frá Covid-19 koppsetingini 30-12-2020 20.18.13
|
|