Øll tíðindi

Sosialráðgevi til pínuklinikkina

Eitt starv sum sosialráðgevi er leyst til setan frá 1. januar 2020. Starvið er hálvtíðarstarv.

Vit kunnu bjóða:
• eitt spennandi starv, ið bæði er sjálvstøðugt og ein partur av toyminum í pínuklinikkini
• fakliga og persónliga menning
• góðar starvsfelagar.

Vit vænta at umsøkjarar:
• hava útbúgving sum sosialráðgevi
• hava góð samskiftis- og samstarvsevni
• kunnu arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.

Setanartreytir:
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Rannvá Johannesen, sjúkrarøktarfrøðing á pínuklinikkini tlf. 34 33 00.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús
Stílað: Hans Pauli Henryson, sjúkrahússtjóri
Postsmoga 51
810 Tvøroyri

ella

ssh@ssh.fo

Umsóknarfreist: 25. novembur 2019.

12-11-2019 09.11.32

Send skjalið