Alt um Covid-19
Øll tíðindi

Ongar tøkar tíðir til koppseting í løtuni

Tað hevur gingið skjótt at fáa fólk eldri enn 70 ár at bóka sær tíð á korona.fo, og nú eru ikki fleiri tøkar tíðir til koppseting.

Koppsett verður hesa vikuna og mánadagin, og so verður ein stuttur steðgur til meira koppingarevni kemur til landið miðskeiðis í næstu viku.

Kunnað verður í miðlunum, tá tað aftur ber til at bóka tíð til koppseting.

14-04-2021 15.50.14

Send skjalið