Alt um Covid-19
Øll tíðindi

Tað er munur á verkfalstilbúgving og øðrum tilbúgvingum.

Eg havi uttan iva ikki orðað meg nóg greitt. Eg tosaði um at tryggja ein gerandisdag á sjúkrahúsunum við nøktandi røkt og viðgerð, tá verkfall er. Eg tosaði ikki um tilbúgvingingarætlanina í sambandi við stórskaðar ella vanligu tilbúgvingina á til dømis G1 skaðastovuni, bráðmóttøkuni, psykiatriini og tílíkar tilbúgvingar. Eg tosaði bert um verkfalstilbúgving, tí har hava vit onga, og mugu líta á undantøk frá tíma til tíma.

Mín boðskapur í Kringvarpinum, tá eg rópti varskó var, at vit ikki kundu veita trygd fyri, at akuttu sjúklingarnir fingu viðgerð og røkt frá verksfalsraktum deildum.

Endamálið við einari verkfalstilbúgving er at tryggja, at tað altíð er eitt ávíst minimumstal av starvsfólki til arbeiðis, so tey sum hava bráðneyðugan tørv á sjúkrahúsviðgerð, fáa viðgerð og røkt.

Sjúkrahús uttan sjúkrarøktarfrøðingar er ikki eitt sjúkrahús.

Tað er fallið nøkrum av okkara dugnaligu sjúkrarøktarfrøðingum fyri bróstið, at eg alment vísti á, at nú stóð á gomlum nøglum í Sjúkrahúsverkinum. Tað skal ongin ivi vera um, at sjúkrarøktarfrøðingar eru neyðugir og ein fortreyt fyri, at sjúkrahúsini kunnu virka.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar setti sum treyt, at vit skuldu gjalda avgjald til felagið fyri at fáa undantøk til verkfalsraktu deildirnar. Sjúkrahúsverkið hevði ikki heimild at gjalda, og hetta merkti, at verkfalsraktu deildirnar ikki høvdu undantøk í nakrar tímar. Sjúkrahúsverkið søkti, seinni um dagin, tá støðan gjørdist óhaldbar, aftur um at fáa undantøk, og tá vóru undantøkini tíbetur játtaði uttan krav um gjald.

Ákæra um ósannindi
Eg skal staðiliga afturvísa ákærum um, at hava sagt ósannindi. Tað hevur alla tíðina verið tann manglandi verkfalstilbúgvingin, eg havi víst á. Eg meti framvegis, at vit eiga at koma burtur frá, ferð eftir ferð, at seta lív og heilsu hjá okkara sjúklingum í veð, tá verkfall er. Míni atlit eru ikki at velja síðu í millum Fíggjarmálaráðið ella ymisk fakfeløg. Eg varði av Sjúkrahúsverkinum, sum er mín leiðsluábyrgd.

Steinar Eirikistoft
Forstjóri í Sjúkrahúsverkinum

05-11-2020 13.26.07

Send skjalið