Øll tíðindi

Ambulansastarvsfólk:

Eitt starv sum ambulansastarvsfólk er leyst til setan frá 1. novembur 2017.

Ambulansatænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum m.a. bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði, flutning av sjúkum og skaddum fólkum. Eisini hevur tænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði á sjúkrahúsinum, og setir alt hetta stór krøv til starvsfólk, ið mangan arbeiða undir serliga strongdum umstøðum.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum við tilkallivakt frá heiminum. Neyðug upplæring verður givin á sjúkrahúsinum.

6 fólk umframt avloysarir eru tilknýtt at ambulansatænastuni á Suðuroyar Sjúkrahús. Deildin hevur 6 bilar, íroknað 3 sjúkrabilar, og 1 átaksbil og er túratalið umleið 2500 túrar árliga, írokna hesum uml. 800 ambulansatúrar.

Vit væntað, at tú:
• ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi, hevur góð samstarvsevni og lætt við at umgangast fólk.
• sært avbjóðingar fram um avmarkingar
• hevur evni til at orða teg bæði munnliga og skrivliga
• tekur ábyrgd, dugir at umstilla teg og arbeiðir sjálvstøðugt
Dentur verður lagdur á:
• At tú hevur havt koyrikort til Bólk B í minst 3 ár.
• At tú hevur prógv í 1. hjálp ella líknandi skeið (ikki eldri enn 1 ára gamalt)
• At tú ert likamliga sterkur
• At tú hevur telduførleika á brúkarastøðið
• At tú hevur reina revsiváttan
• Heilsufaklig útbúgving, eins og miðnámsútbúgving kann verða ein fyrimunur.

Vit bjóða

• felags innleiðslu og upplæring á deildini
• fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
• tvørfakligt samstarv
• ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
• eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum
Ábyrgdarøkið er í Suðuroy.


Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Hjalgrím Andreasen leiðandi portør gimme@ssh.fo

Skrivlig umsókn við CV, avriti av prógvum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús
att. sjúkrahússtjórin
Sjúkrahúsbrekkan 19
800 Tvøroyri

ella

ssh@ssh.fo

Umsóknarfreist: 28. septembur 2017.

13-09-2017 09.21.07

Send skjalið