Alt um Covid-19
Øll tíðindi

Leiðreglur fyri smittuverju á sjúkrahúsinum.

Á Suduroyar sjúkrahúsi verður javnan mett um leiðreglurnar fyri smittuverju inni á sjúkrahúsinum, eitt nú í mun til hvussu smittutalið er úti í samfelagnum. Tá tamarhald var á støðuni eftir ólavsøku, bleiv opnað aftur fyri vitjandi á sjúkrahúsinum.

Men seinastu dagarnar eru fleiri smittutilburðir staðfestir hjá ferðandi, sum koma til landið. Tí skulu øll vitjandi, sum komin eru úr útlondum, hava negativa COVID-19 test frá 6. degi, innan tey vitja á sjúkrahúsinum.

Hetta er galdandi frá mánadegnum 14. september.

12-09-2020 18.16.50

Send skjalið