Alt um Covid-19
Øll tíðindi

55 ár og eldri, sum eru í vandabólki, kunnu bóka tíð til koppseting

Fólk, sum eru í vandabólki, hava framíhjá at bóka tíð til koppseting, nú latið verður upp fyri nýggjum aldursbólki. Í morgin kunnu øll í aldursbólkinum, 55 ár og eldri, bóka tíð á corona.fo.

Nýggj leiðregla er gjørd, sum gevur persónum í vandabólki framíhjá at bóka tíð til koppseting. Leiðreglan sigur, at fyrsta dagin, latið verður upp fyri at bóka tíð til koppseting í tí einstaka aldursbólkinum, fáa hesi í serligum vandabólkum framíhjárætt at bóka sær tíð - tað kunnu vera fólk við krabbasjúku, sjúku í nervalagnum, lungasjúku, hjartasjúku, diabetes og so framvegis.

Eftir tann dagin kunnu øll, sum hoyra til aldursbólkin, bíleggja sær tíð á jøvnum føti.

Yvirlit yvir vandabólkar sæst her.

22-04-2021 12.55.28

Send skjalið