Øll tíðindi

Starvsfólk til vekslaran/leiðbeiningina

Starvið í vekslaranum/leiðbeiningini er leyst at søkja frá 11. juli 2018.
Starvið er fulltíðarstarv við møguleika fyri niðursettari tíð.

Uppgávurnar í vekslaranum/leiðbeiningini eru m.a.
• avgreiðsla av telefonsamskifti
• leiðbeina sjúklingar og vitjandi til rætta viðkomandi
• umsiting av kassa/banka
• postavgreiðsla
• skráseting av sjúklingum
• aðrar fyrifallandi uppgávur.

Vit sóknast eftir starvsfólki, ið
• er fyrikomandi og dugir væl at orða seg
• er tænastusinnað og hevur góð samstarvsevnir
• er ábyrgdarfult og kann arbeiða sjálvstøðugt
• er fleksibult og sær avbjóðingar fram um forðingar
• hevur teldukunnleika á brúkarastøði

Umsøkjarar við skrivstovuútbúgving kunnu hava fyrimun.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónvør Bjarkhamar tlf. 34 33 00.

Setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir
Umsóknir við viðkomandi prógvum og skjølum skulu sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús
att. sjúkrahússtjórin
Sjúkrahúsbrekkan 19
800 Tvøroyri

ella

ssh@ssh.fo

Umsóknarfreistin er 3. juni 2018.

16-05-2018 14.37.20

Send skjalið