Alt um Covid-19
Øll tíðindi

Bíleggingarskipan til Covid-19 kanningar á Tvøroyri

Frá fríggjadegnum skulu øll, ið lata seg kanna fyri Covid-19 á Tvøroyri, bíleggja sær tíð til kanning á https://kanning.corona.fo

Tá tú hevur bílagt, fært tú eina kvittan á telefonina og sum teldupost. Tað er umráðandi at hava kvittanina við til kanningina.
Fyri at sleppa undan longum bíðirøðum, verða fólk biðin um at møta til ásettu tíð.

Upplatingartíðirnar verða hesar:
Mánadag kl. 8-10
Mikudag 8-10
Fríggjadag 9-12
Møtið stundisliga – og minnist til at hava kvittanina við.

Hetta er ein talgild bíleggingarskipan, sum Smyril Line hevur ment til endamálið. Skipanin er einføld og løtt at brúka, men tey, ið hava trupulleikar við skipanini, hava møguleika at fáa vegleiðing frá Idu á tlf. 304545.

29-10-2020 11.13.08

Send skjalið