Teldupostyvirlit
Íbúðir í Skemmuni
Vegl. til THS brúkarar
Laboratoriuprøvar
Starvsfólkapolitikkur
Leys størv
Vikar på sygehuset

Reingerðarfólk til Suðuroyar sjúkrahús

Søkt verður eftir reingerðarfólki til Suðuroyar sjúkrahús at byrja skjótast gjørligt og til 31. desembur 2021.

Starvið er frá kl. 08 - 12 hvønn gerandisdag, umframt nakrar gerandis- og vikuskiftisdagar frá kl. 17-19.

Arbeiðsøkið er í høvuðsheitum reingerð í starvsfólkabygninginum (Skemman) og á læknagongini.

Millum kl. 17 – 19 er arbeiðsøkið at hjálpa til við matútberan og reingerð á seingjadeildini.

Tann, ið sett/ur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Vit vænta, at tú ert:
• røkin og álítandi
• hevur viðkomandi starvsroyndir
• kann arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.

Vit kunnu bjóða:
• skipaðar arbeiðsumstøður
• góðar starvsfelagar.

Løn smb. sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gunnbjørg Guttesen, varastjóra, tlf. 343300.

Umsókn við møguligum viðmælum skal sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús
Stílað: Hans Pauli Henryson, sjúkrahússtjóri
Postsmoga 51
810 Tvøroyri
ella

ssh@ssh.fo

Umsóknarfreist: 21. oktobur 2020.

07-10-2020 16.01.49

Reingerðarfólk til Suðuroyar sjúkrahús