Alt um Covid-19
Øll tíðindi

Starvsfólk at pota tey, ið skulu kannast fyri Covid-19.

Suðuroyar Sjúkrahús hevur tørv á starvsfólkum at pota tey, ið skulu kannast fyri Covid-19.

Kanningarnar verða gjørdar uttanfyri sjúkrahúsið gerandisdagar.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Lisbet Jacobsen, deildarleiðara á tlf 343300.

Er hetta nakað fyri teg, kanst tú senda okkum eina stutta kunning um útbúgvning, royndir og aðrar viðkomandi upplýsingar til ssh@ssh.fo

06-08-2020 10.44.30

Starvsfólk at kanna tey, ið skulu potast fyri Covid-19

Send skjalið