Alt um Covid-19
Øll tíðindi

Hálvtíðarstarv í køkinum á sjúkrahúsinum

Søkt verður eftir starvsfólki til køkin á Suðuroyar Sjúkrahúsi at byrja skjótast til ber.

Starvið er hálvtíðarstarv. Arbeiðstíðin er gerandisdagar og í vikuskiftum.

Gerandisdagar er arbeiðsøkið í høvuðsheitum reingerð og annað fyrifallandi arbeiði í køkinum.
Vikuskiftisdagar er arbeiðsøkið sjálvstøðug matgerð.

Tann, ið sett/ur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Vit vænta, at tú ert:
• røkin og álítandi
• hevur viðkomandi starvsroyndir
• kann arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.

Vit kunnu bjóða:
• skipaðar arbeiðsumstøður
• góðar starvsfelagar.

Løn smb. sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Armgarð Strøm, økonomu .

Umsókn við møguligum viðmælum skal sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús
Stílað: Hans Pauli Henryson, sjúkrahússtjóri
Postsmoga 51
810 Tvøroyri

ella

ssh@ssh.fo

Umsóknarfreist: 16. septembur 2020.

02-09-2020 15.35.31

Send skjalið