Alt um Covid-19
Øll tíðindi

Radiografarnir sín fyrsta arbeiðsdag í dag


Í dag er ein stórur dagur á sjúkrahúsinum. Fyri fyrstu ferð í søguni eru tveir radiografar settir í starv.

Sum vit áður hava hoyrt, so varð ein CT-skannari keyptur til Suðuroyar Sjúkrahús í fjør, og hevur tað ikki verið møguligt at tikið skannaran í nýtslu, av tí at ongir radiografar hava verið í starvi á sjúkrahúsinum.
Seint í fjør varð søkt eftir radiografum, og vóru vit so heppin at fáa fleiri umsóknir til størvini.

Babra Mirza og Torkil Lund Clausen eru í morgun byrjaði í starvi sum radiografar á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Babra og Torkil fara nú saman við øðrum at fyrireika nýggju tænastuna, ið Suðuroyar Sjúkrahús í framtíðini kann bjóða suðuroyingum og øllum føroyingum.

Vit ynskja Babru og Torkil vælkomnum á sjúkrahúsi og til Tvøroyrar.

02-04-2020 15.19.22

Send skjalið