Alt um Covid-19
Øll tíðindi

Fast starv og avloysarastørv fyri sjúkrarøktarfrøðingar

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til:
• fast starv við arbeiðstíðini 0,5 í øllum vaktum frá 1. februar 2020
• avloysarastarv við arbeiðstíðini 1,0 í øllum vaktum frá 1. mars til 31. desembur 2020
• avloysarastarv við arbeiðstíðini 0,7 í øllum vaktum frá 1. februar til 30. juni 2020.

Seingjadeildin er ein blandað skurð- og heiliráðsdeild við akuttari móttøku.

Vit vænta at umsøkjarar:
o hava prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
o hava hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleika
o hava góð samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
o kenna ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
o hava telduførleika – vit nýta Cosmic.
Vit kunnu bjóða:
o ein áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað saman við góðum starvsfelagum
o eitt starv við mennandi avbjóðingum
o skipaða innleiðslu.
Setanartreytir:
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Meira fæst at vita
um størvini við at venda sær til Lisbet Jacobsen, varadeildarleiðara tlf. 34 33 00.

Umsókn við autorisatión og CV skal sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús
Stílað: Hans Pauli Henryson, sjúkrahússtjóri
Postboks 51
810 Tvøroyri

ella

ssh@ssh.fo

Umsóknarfreist: 5. januar 2020.

20-12-2019 12.06.52

Send skjalið