Øll tíðindi

Sjúkrarøktarfrøðingar til seingjadeildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Søkt verður eftir trimum sjúkrarøktarfrøðingum í fast starv frá 1. septembur 2017:
• eitt starv við arbeiðstíðini 1,0 í øllum vaktum
• tvey størv við arbeiðstíðini 0,7 í øllum vaktum

Seingjadeildin er ein blandað skurð- og heilráðsdeild við akuttari móttøku.

Vit vænta at umsøkjarar:
o hava prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
o hava hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleika
o hava góð samstarvsevnir og evni at arbeiða sjálvstøðugt
o kenna ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
o hava telduførleika – vit nýta Cosmic

Vit kunnu bjóða:
o ein áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað saman við góðum starvsfeløgum
o eitt starv við mennandi avbjóðingum
o skipaða innleiðslu

Setanartreytir:
Løn- og setanartreytir sambart sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Meira fæst at vita:
um størvini við at venda sær til Sonny Ellendersen, deildarleiðara ella Gunnbjørg Guttesen, varastjóra.

Umsókn við autorisatión og CV skal sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús
Stílað: Ronnié Midjord, sjúkrahússtjóri
Postboks 51
810 Tvøroyri
ella
ssh@ssh.fo

Umsóknarfreist: 14. august 2017.

25-07-2017 11.20.56

Send skjalið