Øll tíðindi

Endurlýsing eftir frítíðaravloysarum fyri sjúkrarøktarfrøðingar á seingjadeildini

Søkt verður eftir frítíðaravloysarum í tíðini 1. mai til - 30. septembur 2018.
Arbeiðstíðin er 1,0, ella eftir avtalu, í skiftandi vaktum.

Vit vænta at umsøkjarar:
o hava prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
o hava hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleika
o hava góð samstarvsevnir og evni at arbeiða sjálvstøðugt
o kenna ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
o hava telduførleika – vit nýta Cosmic
Vit kunnu bjóða:
o ein áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað saman við góðum starvsfeløgum
o eitt starv við mennandi avbjóðingum
o skipaða innleiðslu
Setanartreytir:
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Meira fæst at vita:
um størvini við at venda sær til Sonny Ellendersen, deildarleiðara ella Gunnbjørg Guttesen, varastjóra.

Umsókn við autorisatión og CV skal sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús
Stílað: Ronnié Midjord, sjúkrahússtjóri
Postboks 51
810 Tvøroyri

ella

ssh@ssh.fo

Umsóknarfreist: 5. mars 2018.

19-02-2018 10.13.35

Send skjalið