Øll tíðindi

Luciagentur á vitjan.

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi merkja bæði sjúklingar og starvsfólk, at tað stundar til jóla.

Í dag hava vit havt vitjan av gentunum í 7.a og 7.b í Tvøroyarar Skúla, ið gjørdu fyrrapartin eitt sindur hugnaligari, við at ganga Luciagongd á sjúklingadeildini og øðrum deildum á sjúkrahúsinum.

Luciagenturnar vitjaðu eisini búfólkini á Ellis- og Røktarheiminum.

Vit á sjúkrahúsinum og ellisheiminum takka gentunum og Tvøroyrar Skúla fyri at tær komu á vitjan.

13-12-2017 14.20.10

Luciagenturnar

Send skjalið