Øll tíðindi

Heilsurøktari til seingjadeildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Søkt verður eftir einum heilsurøktara til farloyvisstarv í tíðini 1. februar – 30. juni 2019.

Arbeiðstíðin er 0,7 í øllum vaktum.

Vit vænta at umsøkjarar:
o hava prógv og góðkenning sum heilsurøktari
o hava góð samstarvsevnir og evni at arbeiða sjálvstøðugt
o hava hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleika
o kenna ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
o hava telduførleika - vit nýta Cosmic.

Vit kunnu bjóða:
o ein áhugaverdan og skiftandi arbeiðsdag saman við góðum starvsfeløgum
o eitt starv við mennandi avbjóðingum
o skipaða innleiðslu

Setanartreytir:
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Meira fæst at vita
um starvið við at venda sær til Sonny Ellendersen, deildarleiðara ella Gunnbjørg Guttesen, varastjóra.

Umsókn við autorisatión og CV skal sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús
stílað: Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri
Postboks 51
810 Tvøroyri

ella

ssh@ssh.fo

Umsóknarfreist: 7. januar 2019.

21-12-2018 14.06.39

Send skjalið