Alt um Covid-19
Øll tíðindi

Sjúkrahúsini lata upp aftur fyri vitjandi

Avmarkingarnar, sum hava verið á teimum trimum sjúkrahúsunum fara úr gildi mánadagin 7. septembur. Tá verður latið upp aftur fyri vitjandi og tað verður ikki longur neyðugt at brúka masku.

Tá koronasmittan tók seg upp aftur eftir ólavsøku, vórðu ymisk tiltøk sett í verk fyri at minka um smittuvandan inni á sjúkrahúsunum. Tað hevur havt vid sær, at avvarðandi ikki hava havt somu møguleikar at vitja á deildunum og øll, sum hava havt ørindi á sjúkrahúsinum, hava verið biðin um at brúka masku fyri nøs og munn.

Eftir at tamarhald tykist verða fingid á koronasmittuni, og mest sum eingin nýggjur tilburður hevur verið seinastu vikurnar, so hevur Sjúkrahúsverkið valt at seta úr gildi tiltøkini frá mánadegnum. Mint verður tó á almennu tilmælini um frástøðu og reinføri.

06-09-2020 15.19.43

Send skjalið