Alt um Covid-19
Øll tíðindi

Ætlar tú at vitja ein innlagdan sjúkling?

* Halt teg til ásettu vitjanartíðirnar, sum eru kl. 15-16 og kl. 19-20
* Minst til at halda almennu leiðreglurnar um reinføri og frástøðu
* Halt eyga við uppsløg inni á sjúkrahúsunum, sum vísa á, hvussu tú skalt fara fram
* Hevur tú verið uttanlands, skalt tú bíða í 7 dagar við at vitja á sjúkrahúsinum
* Kennir tú teg sjúka/n, skalt tú ikki koma at vitja
* Tal av vitjandi er avmarkað til tveir persónar í senn.

04-08-2020 13.39.43

Send skjalið