Alt um Covid-19
Øll tíðindi

Starvsfólk til sjúkraflutningstænastuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Sjúkraflutningstænastan á Suðuroyar Sjúkrahúsi søkir eftir starvsfólki. Talan er um eitt fulltíðarstarv í skiftandi vaktum til setan 15. januar 2020 ella eftir nærri avtalu.

Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðsuppgávunum er at vera ein bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum og skaddum fólki og fólkum, ið eru rørslutarnað. Eisini hevur tænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er á sjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið, sum mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum.

Starvsøkið hjá Sjúkraflutningstænastuni fevnir um Suðuroynna. Her starvast í løtuni 6 fólk. Deildin hevur 6 bilar, íroknað 3 sjúkrabilar og 1 átaksbil.

Vit vænta, at tú
• ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
• sært avbjóðingar fram um avmarkingar
• hevur evni til at orða teg bæði munnliga og skrivliga
• tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
• ert fús/ur til at broyta teg við nútíðini.

Dentur verður lagdur á at umsøkjarar
• hava koyrikort til bólk B
• hava havt koyrikort til vanligan bil í minst trý ár
• eru fyltir 21 ár
• hava reina revsiváttan
• hava prógv í 1. hjálp
• eru millum 165-190 høgir cm uttan fótbúna
• hava góðan fysik og heilsu
• duga at miðla vitan bæði til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
• hava telduførleika á brúkarastøði

Miðnáms- ella heilsufaklig útbúgving kann verða ein fyrimunur.

Vit bjóða
• felags innleiðslu og upplæring
• fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
• tvørfakligt samstarv
• ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
• eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum.

Royndartíðin er 3 mánaðir.

Løn- og setanartreytir eru smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Nærri fæst at vita
við at venda sær til Hjalgrím Andreasen, leiðandi portør tlf. 233028 ella teldupost: gimme@ssh.fo

Umsókn saman við prógvum og viðkomandi skjølum skal sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús
att. sjúkrahússtjórin
Postsmoga 51
810 Tvøroyri

ella

ssh@ssh.fo

Umsóknarfreistin er 5. januar 2020.

Á okkara heimasíðu www.ssh.fo kanst tú lesa meira um sjúkrahúsið og sjúkraflutningstænastuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

20-12-2019 12.06.00

Send skjalið