Øll tíðindi

Fyribilssettur sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur gjørt av at seta Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóra á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum virkandi sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum frá 1. september 2017 at rokna og til nýggjur stjóri er settur í starv.

Meðan Ronnie Midjord røkir starvi sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum verður starvið sum sjúkrahússtjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi røkt av øðrum starvsfólki á Suðuroyar Sjúkrahúsi.


Tórshavn, 25. august 2017
Heilsu- og innlendismálaráðið”

25-08-2017 12.19.57

Send skjalið