Alt um Covid-19
Øll tíðindi

Radiografar til Suðuroyar Sjúkrahús

Suðuroyar Sjúkrahúsi tørvar radiografar til setan frá 1. februar 2020 ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðstíð verður eftir avtalu við umsøkjarar.

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi eru vit í gongd við at stovnseta okkara nýggja skannarafunktión, og saman við okkum kemur tú at verða við til at áseta arbeiðs- og mannagongdir í samband við byrjanina av hesi tænastu.

Sum radiografur á Suðuroyar Sjúkrahúsi skalt tú røkja ta radiografisku tænastuna av innløgdum, ambulantum og akuttum sjúklingum. Radiografar hava tilkallivakt frá heimi.

Tú kemur at arbeiða saman við starvsfólkunum á skurðdeildini, samstundis sum tú kemur at hava tætt samstarv við radiologar og radiografar á Landssjúkrahúsinum.

Vit vænta at umsøkjarar:
• seta tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
• eru sjálvstøðugir, positivir, engasjeraðir og motiveraðir
• hava góð samstarvsevni bæði mono- og tvørfakligt
• eru fleksiblir viðv. arbeiðsuppgávum og arbeiðstíðum
• hava lætt við at organiserað og strukturerað og hava yvirlit í akuttum støðum
• danska autorisatión.

Vit kunnu bjóða
• góðar starvsfelagar og gott arbeiðsumhvørvi
• ávirkan á egnan gerandisdag
• skipaða førleikamenning
• ávirkan á ta nýstovnaðu CT-tænastuna.

Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Radiografar í Føroyum og Fíggjarmálaráðið.
Íbúð við innbúgvi er tøk sambært galdandi reglum.

Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Gunnbjørg Guttesen, varastjóra á tlf. 34 33 00 ella gunnbjorg@ssh.fo

Umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum skal sendast til ssh@ssh.fo

Umsóknarfreistin er 5. januar 2020.

Á heimasíðuni www.ssh.fo er meira kunning um Suðuroyar Sjúkrahús.

09-12-2019 15.24.38

Send skjalið