Øll tíðindi

Sjúkrarøktarfrøðingur til skurð-/røntgendeildina.

Eitt starv sum sjúkrarøktarfrøðingur á skurð/røntgendeildini er leyst at søkja frá 1. septembur 2018.

Talan er um eitt fulltíðarstarv við tilkallivakt frá heiminum.

Vit vænta at umsøkjarar:
- hava prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- hava fakligan áhuga. Royndir innan økið er ein fyrimunur.
- eru positiv, fleksibul og góð samstarvsevnir
- vilja søkja mennandi avbjóðingar
- hava áhugað at undirvísa lesandi
- hava telduførleika, vit nýta Cosmic og røntgen er digital.

Vit kunna bjóða:
- eitt starv við nógvum fjølbroyttum avbjóðingum
- fakliga og persónliga menning
- góðar samstarvsfelagar.

Setanartreytir:
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til deildarleiðaran ella varastjóran tlf. 34 33 00.

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, autorisatión og CV v.m. skal sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús
stílað: Sjúkrahússtjórin
Postsmoga 51
810 Tvøroyri

ella

ssh@ssh.fo

Umsóknarfreist: 11. juni 2018.

16-05-2018 14.02.57

Send skjalið