Øll tíðindi

Tummas í Garði settur sum varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverki Føroya


Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur gjørt av at seta Tummas í Garði sum varastjóra við læknafakligari bakgrund fyri Sjúkrahúsverk Føroya.

Tummas í Garði er 61 ára gamal, var útbúgvin lækni frá Københavns Universiteti í 1990 og gjørdist serlækni í anæstesi í 2002. Tummas í Garði hevur drúgvar royndir sum yvirlækni í anæstesi umframt leiðsluroyndir frá starvinum sum læknastjóri á Landssjúkrahúsinum árini 2005-2013. Seinastu 6 árini hevur Tummas starvast sum yvirlækni á Landssjúkrahúsinum.

Tummas í Garði tekur við starvinum tann 1. februar 2020

09-01-2020 08.35.15

Send skjalið