Øll tíðindi

Farloyvisstarv sum fysioterapeutur

Eitt farloyvisstarv sum fysioterapeutur er leyst at søkja í tíðini 15. august 2017 - 15. august 2018.

Arbeiðsøkið hjá fysioterapeutunum er:
Viðgerð av innløgdum sjúklingum, og eftirviðgerð aftaná innlegging, eisini frá hinum sjúkrahúsunum í landinum.
Viðgerð av búfólkum á Ellis- og røktarheiminum á Tvøroyri.
Ambulant virksemi.

Løn – og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og Fysioterapeutfelag Føroya.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sáru Olsen, leiðandi fysioterapeut.
Umsóknir við avriti av prógvum og øðrum viðkomandi upplýsingum skulu sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús
att. sjúkrahússtjórin
Postboks 51
Sjúkrahúsbrekkan 19
810 Tvøroyri

ella

ssh@ssh.fo.

Umsóknarfreistin er 31. juli 2017.

13-07-2017 15.30.48

Send skjalið